Í gjár kom fram, at hernaðarligi felagsskapurin, Hamas, hevði lagt út eitt video-brot av ísraelskum gíslum, og sagt varð, at dagurin í dag fór at vísa, hvør lagnan hjá gíslunum fór at vera.
Í video-brotinum heittu gíslarnir á ísraelsku stjórnina um at gevast við álopunum í Gazageiranum og heldur arbeiða fyri at geva gíslunum sítt frælsi aftur.
Sambært Reuters hevur Hamas í dag lagt út eitt nýtt video-brot, sum eftir øllum at døma vísir, at ísraelsku gíslarnir, 53 ára gamli, Yossi Sharabi og 38 ára gamli, Itai Svirsky, sum sunnudagin vóru á lívi, nú eru deyðir.
Hamas sigur, at gíslarnir eru dripnir í ísraelskum álopum, men hetta er ikki váttað. Video-brotið er heldur ikki staðfest av óheftum keldum.
Norska Dagbladet hevur sæð video-brotið av deyðu gíslunum, sum Reuters vísir til, men heimasíðan hevur valt ikki at vísa brotið á sínari heimasíðu.
Á video-brotinum liggur Sharabi at síggja til deyður í somu klæðum, sum hann var í sunnudagin, tá hann varð vístur fram sum gísli, og Svirsky liggur deyður, bundin á hendur.
Ein triði gísli, sum eisini varð vístur fram í video-brotinum sunnudagin, 26 ára gamli, Noa Argami, er eftir øllum at døma á lívi.
Ein talsmaður fyri hernaðarliga bólkin hjá Hamas, Abu Ubaida, segði sunnudagin, áðrenn fyrra video-brotið varð lagt út, at lagnan hjá fleiri av gíslunum er ókend, og at fleiri kunnu vera deyðir, sum avleiðing av ísraelsku krígsførsluni í Gaza.
Talsmaður fyri ísraelska herin (IDF) sigur í kvøld, at gíslarnir, sum verða vístir fram sum deyðir í video-brotinum hjá Hamas, ikki eru deyðir í ísraelskum álopum.