Hamas viðurkennir IKKI Ísrael

Tað kenst eitt sindur løgið: Júst áðrenn eg fór undir at lesa Sosialin, hevði eg sæð ein Hamas leiðara í SvF hildið uppá, at Hamas fór aldri at góðtaka Ísrael ella at liva lið um lið við ísraelar. Men inni í Sosialinum stendur at lesa: Hamas tykist sinnaður at viðurkenna Ísrael!

Jón Ellendersen



Riad Welwel, Hamas talsmaður, sum lýsir seg sjálvan sum ein modernaðan vinnulívsmann sigur tað, sum Hamas í veruleikanum sigur: - Allar avtalur við Ísrael eru eitt mistak og skulu ógildast. Vit í Hamas eru ímóti hesum avtalum!
So, hvør hevur rætt? Árni Joensen í Sosialinum ella Hamas talsmaðurin í SvF og Hamas talsmaðurin, Riad Welwel?
Tað er ikki fyrstu ferð, at vesturheimurin letur seg tøla av, at m. a. Hamas borðreiðir við einum heldur borðbarari boðskapi vestureftir, meðan boðskapurin í Palestinu er egghvassur: »Vit viðurkenna ikki Ísrael!« Ja, so greiður og fíggindasinnaður er boðskapurin hjá Hamas, at Fatah rørslan, sum Arafat var ein av stovnarunum av, tekur frástøðu frá Hamas tí teir óttast fyri, at Hamas fer at beina fyri friðarsamráðingunum fyri tíð og ævir!
Ikki tí, sama boðskap sum Sosialurin ber, stendur at lesa í Politiken, sum endurgevur The Guardian. Men, tað er eingin loyna  og tað sigur Welwel sjálvur  at Danmark altíð hevur stuðlað palestinum treytaleyst. Welwel sigur m.a.: - Eg koyri bil og surfi á internetinum eins og øll onnur. Hamas er ein nýmótans felagsskapur, sum vesturheimurin ikki skal ivast í at stuðla. Tí eggi eg m.a. Danmark at halda á við at stuðla palestinska fólkinum, eisini um Hamas vinnur valið!
Eg kann minna á, at hóast stjórnarskipanarlógin hjá PLO hevur eina »vesturlenska útgávu«, har grein 10 er strikað, so hevur PLO í Palestinu ikki strikað grein 10 í stjórnarskipanarlógini. Í grein 10 stendur millum annað, at Ísrael ikki er eitt land, at ísraelar ikki eru eitt fólk og, at PLO gevst ikki fyrr enn Ísrael er rikið í havið.
Trupulleikin við okkum vesturlendingum er, at vit ikki kenna so frægt til arabiska mentan, at vit skilja, at tað í arabiskum  og serliga muslimskt stýrdum  londum ikki er skeivt at lúgva, tænir tað antin arabiskum ella islamskum áhugamálum. Sjálvur Muhammed sigur, at tað er rætt at lúgva fyri vantrúnum, tá tað tænir Islam!
So kann Sosialurin meta um, hvørt tað er Sosialurin ella The Guardian, sum siga sannleikan ella tað eru teir báðir talsmenninir hjá Hamas.
Keldur: SvF; Politiken; Kristeligt Dagblad, The Guardian, Viðmerkingar til Koranina
jonel@kallnet.fo