Hamas veit ikki hvussu nógvir gíslar eru á lívi

- Gíslarnir verða hildnir aftur av fleiri bólkum ymsastaðni í palestinskum øki, sigur Bassen Naim, sum situr í leiðsluni hjá Hamas.

- Vit vita ikki ítøkiliga, hvussu nógvir av gíslunum eru livandi ella deyðir, dripnir í álopum ella deyðir av svongd. 

 

Tað sigur Bassen Naim, sum situr í leiðsluni hjá Hamas, og hetta sigur hann við tíðindastovuna, AFP.

 

Hann vísir á, at gíslarnir verða hildnir aftur av fleiri bólkum ymsastaðni í palestinskum øki.

 

Bassen Naim hevur áður verið heilsumálaráðharri í Gazageiranum, og hann heldur, at ein vápnahvíld er neyðug.

 

- Hon er neyðug fyri at vit kunnu finna út av nøvnum, tali av gíslum og fyri at staðfesta, um gíslarnir eru livandi ella deyðir, leggur hann aftrat.