Hamas: Vápnahvíld í kvøld

Tíðindastovan Reuters endurgevur ein talsmann hjá Hamas fyri at siga, at Hamas og Ísrael eru vorðin samd um eina vápnahvíld, og at hon kemur í gildi í kvøld. Sambært talsmanninum koma boðini um semjuna klokkan 19 í kvøld okkara tíð, og vápnahvíldin byrjar so klokkan 22.

Reuters skrivar, at tað er Egyptaland, sum hevur fingið vápnahvíldina í lag. Egyptiski forsetin Mohamed Mursi, segði í dag, at partarnir vóru næstan samdir um at leggja vápnini. Amerikanska sjónvarpið CNN sigur tó frá sínum keldum, at ísraelska stjórnin metir ikki, at tingingarnar við Hamas eru lidnar enn.

ST-aðalskrivarin, Ban Ki-Moon, er í Ísrael, og amerikanski uttanríkisráðharrin, Hillary Clinton, er á veg hagar.