Hamas tykist sinnaður at viðurkenna Ísrael

Tann víðgongdi Hamas-flokkurin er sinnaður at toyggja seg langt fyri at fáa politiska ávirkan aftan á palestinska valið mikudagin.

Palestina

Eru veljarakanningarnar upp undir palestinska tjóðartingsvalið eftirfarandi, fær tann vanliga so víðgongdi Hamas-flokkurin millum ein triðing og eina helvt av teimum 132 umboðunum.
Slagorðið hjá Hamas und­ir valstríðnum hevur verið Broyting og nýskipan, og í valskrá floksins sæst, at Hamas er til reiðar at víkja frá sínari vanligu støðu­takan. Eitt nú hevur flokk­urin altíð havt sum mál at rudda ísraelska ríkið av kortinum, men í val­skránni eru ábendingar um, at flokkurin er til reiðar at góðtaka eitt ísraelskt ríki við síðuna av einum palestinskum ríki, skrivar norski tíðindamaðurin Per A. Christiansen úr Ramallah á Vestara Áarbakka.
Eygleiðarar hava eisini víst á, at fyri bara fáum árum síð­ani var tað púra óhugsandi, at Hamas fór at stilla upp til eitt tjóðartingsval. Flokkurin vildi ikki vita av Oslo-sátt­málan­um frá 1993, og tá vildu hvørki PLO ella Ísrael hava nakað við Hamas at gera. Men í dag er støðan ein onnur. Fyrrverandi ísraelski trygdarráðgevin Mali Steinberg sigur við blaðið Haaretz, at sambært valskránni hevur Hamas ásannað, at palestinar vilja hava frið við Ísrael, og palestinski tíðindamaðurin Jafar Sadaka sigur við blaðið Al-Ayyam, at vit fara ikki at kenna Hamas aftur aftan á valið.
Ísraelska stjórnin vil ikki vita av Hamas, men í seinastuni hava ábendingar verið um, at leiðandi ísraelsk­ir politikarar eru ikki so stívrendir í hesum spurning­in­um longur. Alment er Hamas tó framvegis ein yvirgangs­felagsskapur, og tað er eisini uppfatanin í USA og ES. Men so seint sum seinasta fríggjadag segði Shimon Peres, at Ísrael kann fara til samráðingarborðið saman við Hamas, um felagsskapurin vendir sær frá yvirgangi og letur vápnini frá sær.
Sambært ísraelsku myndug­leikun­um hava atsóknir hjá Hamas kostað umleið 300 ísraelskum ríkisborgarum lívið, síðani felagsskapurin varð stovnaður í 1987.