Hamas útilokar ikki val

Palestinska rørslan Hamas hevur nú boðað egyptiskum diplomatum frá, at hon er til reiðar at tingast við Fatah-rørsluna um at halda val í teimum palestinsku sjálvstýrisøkjunum tíðliga næsta ár. Tað skrivar ísraelska blaðið Ha'aretz.

Egyptiskir diplomatar hava virkað sum semingsmenn millum Hamas og Fatah. Í vikuni høvdu egyptisku diplomatarnir fund við umboð fyri Hamas, og aftan á fundin segði diplomaturin Omar Suleiman, at Hamas er sinnað at tingast við Fatah um at skipa fyri vali til várs.

Viðurskiftini millum Hamas og Fatah hava verið spent, síðani Hamas tók valdið í Gazageiranum í juni í fjør. Tað hendi, eftir at Mahmoud Abbas, forseti, sum er úr Fatah, hevði upployst stjórnina hjá Hamas og skipað eina nýggja stjórn uttan Hamas-ráðharrar.

Valskeiðið hjá Mahmoud Abbas rennur út tann 8. januar næsta ár. Valskeiðið hjá palestinska tinginum endar ikki fyrr enn í januar í 2010.