Politiski leiðarin í Hamas, Ismail Haniyeh.

Hamas opið fyri øllum møguleikum

Ísrael hevur seinastu dagarnar sitið í samráðingum í París saman við umboðum fyri Qatar og Egyptaland. 

Politiski leiðarin í Hamas, Ismail Haniyeh.

- Vit meta nú um uppskotið til vápnahvíld og eru opin fyri loysnum, sum kunnu fáa ein enda á álopunum móti Gazageiranum.

 

Tað sigur politiski leiðarin í Hamas, Ismail Haniyeh, sambært tíðindastovuni, NTB.

 

Ísrael hevur seinastu dagarnar sitið í samráðingum í París saman við umboðum fyri Qatar og Egyptaland. 

 

Hetta er í einari roynd at fáa í lag eina avtalu millum Hamas og Ísrael um vápnahvíld og leyslating av gíslunum.

 

- Hamas metir nú um eitt uppskot til vápnahvíld og býti av fangum millum stríðandi partarnar, sigur politiski leiðarin í Hamas, Ismail Haniyeh.

 

Ismail Haniyeh upplýsir í dag sambært tíðindastovuni NTB, at hann nú fer til Kairo í Egyptalandi at umrøða uppskotið um vápnahvíld.

 

 

 

Politiski leiðarin í Hamas, Ismail Haniyeh.