Hamas lovar hevnd

Hamas hevur svorið at hevna ísraelska álopið á fongslið í Jeriko, og PFLP hóttir við at avrætta tríggjar útlendskar gíslar

Ísraelski herurin tók í gjár formannin í palestinska fe­lagsskapinum PFLP, Ah­med Saadat. Hann og nakrir av viðhaldsmonnum hansara sótu í einum fongsli í Jeriko á Vestara Áarbakka, men ísraelsmenn kravdu at fáa fatur á honum.
Við hjálp frá stríðsvognum og tyrlum kringsettu her­menninir fongslið og kravdu, at Ahmed Saadat skuldi koma út. Men tá hann sýtti fyri at gera eftir boðunum, gjørdu ísraelsmenninir av at bróta fongslið niður, samstundis sum ein tyrla skeyt eina rakett inn í fongslið. Minst 40 fangar gjørdu av at fara úr fongslinum, men ikki Ahmed Saadat. Í telefonsamrøðu við sjónvarpið Al Jazeera segði hann, at hann og hansara menn fóru ongantíð at geva seg yvir.
Í gjárkvøldið valdi hann kortini at geva seg yvir, men ísraelsku myndugleikarnir hava greitt fingið at vita, at nema teir eitt hár á høvdi hansara, fer PFLP at svara aftur.
 Gera teir seg inn á Saa­dat ella nakran av monnum hansara, fer jørðin at skelva undir zionistunum, segði talsmaðurin hjá PFLP við sjónvarpið Al Arabiya í gjár­kvøldið.
Ísraelska álopið á fongslið í Jeriko er tað størsta ísra­elska hernaðarátakið í teim­um palestinsku økjunum í fleiri mánaðir, og Hamas hevur longu svorið at hevna álopið. Hamas-leiðarin Khelad Meshaal, sum heldur til í Damaskus, hevur sagt, at álopið á Jeriko verður hevnt.
PFLP og Hamas finnast samstundis at amerikanarum og bretum. Amerikanskir og bretskir eftirlitsmenn hava havt eftirlit við fongsl­inum í Jeriko, men fáar tím­ar undan ísraelska álop­in­um fóru teir haðani. Bretski uttan­ríkisráðharrin, Jack Straw, sigur, at eftir­lits­menninir kendu seg ikki nóg tryggar, men PFLP og Hamas vilja vera við, at eftirlitsmenninir fóru úr fongslinum, so ísraels­menn kundu søkja at tí.
Tóku gíslar
Í morgun kunngjørdu við­haldsmenn hjá PFLP, at teir høvdu tikið tríggjar út­lendskar gíslar, eina franska kvinnu, ein mann úr Iran og ein suðurkoreanskan sjón­varpsmann.
Í einari kunngerð, sum gísla­rænararnir kunngjørdu, stóð, at teir tríggir gíslarnir verða tiknir av døgum innan 24 tímar, um lond teirra ikki leggja trýst á Ísrael fyri at fáa landið at lata Ahmed Saadat leysan beinanvegin.