Ein av ovastu leiðarunum hjá Hamas, Marwan Issa, læt herfyri lív í einum ísraelskum loftálopi í Gazageiranum.
Hetta upplýsti trygdarráðgevin hjá amerikanska forsetanum, Jake Sullivan, í dag.
Marwan Issa var næstovastur fyri vápnaðu Hamas-rørsluni, nevnd Qassam-brigadurnar.
Hildið verður, at hann hevði ein týðandi leiklut, tá Hamas leyp á Ísrael hin 7. oktober í fjør.
Hvørki Hamas ella Ísrael hava váttað, at Marwan Issa er deyður í ísraelskum loftálopi.
Ísraelski herurin hevur áður sagt, at hin 59 ára gamli kundi vera dripin í álopinum.
Ávísin, Haaretz í Ísrael, hevur áður sagt, at Marwan Issa í minsta lagi varð álvarsliga løstaður í álopinum.
Nú veit so trygdarráðgevin hjá Joe Biden, Jake Sullivan í dag at siga, at Hamas-leiðarin er deyður.
##med2##












