Hamas hevur í dag lagt út eitt filmsbrot, sum tey siga skal vísa tríggjar ísraelskar kvinnur, sum felagsskapurin hevur sum gíslar í Gaza eftir álopið á Ísrael hin 7. oktober.
Filmsbrotið varar í 76 sekund, men sambært útlendskum miðlum er samleikin hjá hesum kvinnum, sum verða vístar í brotinum, enn ikki prógvaður.
Ein av kvinnunum kemur við einum stuttum boðum, har hon heitir á Ísrael um at gera eina avtalu sum ger, at allir gíslarnir, sum Hamas hevur tikið, kunnu latast leysir.
- Lat okkum sleppa heim, sigur tann eina kvinnan á upptøkuni, og tað er Jerusalem Post, sum endurgevur.
Hamas kallar kvinnurnar "sionistiskar fangar".
240 fólk í Ísrael vórðu flutt burtur undir Hamas-álopinum á Ísrael hin 7. oktober, og Hamas hevur sagt, at tey vilja lata gíslarnar leysar í býti við nakrar túsund palestinar, sum sita í ísraelskum fongslum.
Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, rópar filmsbrotið "óndsinnaða propagandu", veit tíðindastovan Reuters at siga.
- Okkara hjørtu eru við tykkum, sigur ísraelski forsætisráðharrin og vendir sær til kvinnurnar í filmsbrotinum.