Hamas sigur, at í minsta lagið 195 palestinar eru deyðir í ísraelskum álopum á Jabalia-flóttafólkaleguna í Gaza týsdagin og mikudagin.
Samstundis skulu minst 777 palestina vera særdir undir álopinum, meðan 120 ikki eru kom afturíaftur.
Boðini koma frá miðlaskrivstouvni í Gaxa, sum Hamas stýrir.
Í gjár vórðu flóttafólkalegurnar raktar av einum álopi, sum sambært palstinsku heilsumyndugleikunum í Gaza drap umleið 50 fólk. Umleið 150 vórðu særd.
Ísraelski herurin vátta aftaná, at hann hevði framt álop. Álopini førdi sambært Ísrael til, at Hamas-kommandanturin Ibrahim Biari varð dripin.
Í dag boðaðu heilsumyndugleikarnir í Gaza frá enn einum ísraelskum bumbuálopi á flóttafólkaleguna, sum er tann størsta í Gaza.
Tølini av deyðun eru ikki váttað av óheftum pørtum.
/ritzau/Reuters