Hamas-hermenn siga, at teir hava verið í bardøgum við ísraelskar herdeldir í Gazageiranum i nátt, og hetta vóru ísraelskar deildir, sum bardust við maskinbyrsum.
- Vit skutu al-Yassin 105-rakettir eftir fýra ísraelskum akførum, siga umboð fyri sonevndu Qassam-brigadirnar hjá Hamas í einari útsøgn í morgun.
Yassin 105 eru pansararakettir, sum sambært tíðindastovuni Reuters verða framleiddar í Gazageiranum.
Hamas-hermenn siga eisini, at teir skutu rakettir eftir ísraelskum stríðsvognum og buldosarum í útnyrðingspartinum av Gazageiranum.
Ísraelski herurin IDF hevur ikki svarað tíðindastovuni Reuters, sum hevur biðið um viðmerkingar til tíðindini hjá Hamas.
- Tískil kunnu vit heldur ikki vátta tíðindini, sum Qassam-brigadirnra bera, skrivar Reuters.
Í gjár segði ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, at ísraelski herurin hevur framgongd í Gazageiranum, har Ísrael í gjár leyp á Gazabý á tveimum hermótum.
Ísraelski herurin sigur seg hava framt fleiri enn 600 álop seinastu dagarnar, eftir at Ísrael um vikuskiftið herdi álopini á Gazageiran.