Á degi nummar 100, síðan Ísrael gjørdi innrás í Gaza, hevur hernaðarligi felagsskapurin Hamas lagt út video av trimum ísraelskum gíslum, sum biðja um at verða leyslatnir.
Í upptøkuni, sum sambært tíðindastovuni NTB varar í 37 sekund, heita gíslarnir á ísraelsku stjórnina um at gevast við krígsførsluni og syrgja fyri, at gíslarnir verða latnir leysir.
Upptøkan er almannakunngjørd í dag, og í upptøkuni upplýsir Hamas, at lagnan hjá teimum trimum ísraelsku gíslunum verður almannakunngjørd í morgin, mánadagin.
Tað er ógreitt, hvat liggur í hesum, og um tað er eitt hóttan, sum Hamas leggur hesa útsøgn um lagnuna hjá gíslunum í Gaza.
- Umleið 250 fólk vórðu tikin gíslar, tá Hamas leyp á Ísrael hin 7. oktober í fjør. 132 av hesum eru framvegis í fangilsi í Gazageiranum, veit tíðindastovan NTB at siga í kvøld.