Hamas beindi fyri 24 fraklendingum í Ísrael

Tað vóru fólk úr fleiri ymiskum londum, sum lótu lív, tá Hamas leyp á Ísrael við rakettum í hópatali.

 

Talið av fraklendingum, sum Hamas beindi fyri, tá lopið varð á Ísrael herfyri, er nú komið upp á 24.

 

Tað sigur forsætisráðharri landsins, Élisabeth Borne. Talið av deyðum, sum áður hevur verið upplýst, var 21.

 

Forsætismálaráðið í London sigur sambært Sky News, at sjey bretskir ríkisborgarar lótu lív í Hamas-álopinum á Ísrael.

 

Tilsamans 1400 fólk, harav fleiri útlendingar, lótu lív, tá Hamas leyp á fyri hálvari aðru viku síðan.

 

Tíðindastovan NTB veit at siga, at í Gazageiranum hava 3478 fólk latið lív í ísraelskum álopum, síðan Hamas byrjaði kríggið.