Hamas, sum hevur valdið í Gaza-geiranum, hevur hongt tríggjar menn. Ein teirra var dømdur til deyða fyri at hava samarbeitt við Ísrael, og hinir báðir fingu deyðarevsing fyri at hava viðvirkað til dráp. Allir tríggir vórðu avrættaðir í einari trygdarmiðstøð í Gaza býi.
Sambært altjóða tíðindastovunum er hetta fyrstu ferð í ár, at nakar verður tikin av døgum í Gaza fyri at hava samarbeitt við Ísrael. Í juli í fjør vórðu tveir menn tiknir av døgum fyri at hava arbeitt saman við ísraelsmonnum.
Ísraelsku trygdardeildirnar brúka ofta palestinar sum njósnarar, tá tað ræður um at avdúka álopsætlanir hjá víðgongdum palestinum, ella tá ísraelsmenn skulu gera av við onkran ávísan fígginda í Gaza-geiranum.