Seinnapartin í dag hoyart loftávaringarlúðrar í Tel Aviv.
Vápnaði vongurin í Hamas sigur í fráboðan, at tey eru farin undir »eitt stórt rakettálop« á býin.
Loftávaringin er tann fyrsta í Tel Aviv í fleiri mánaðir. Tað skrivar tíðindastovan Reuters.
Ísraelski herurin hevur í fyrstu fráboðan sagt, at minst átta rakettir eru sendar ímóti ísraelska stórbýnum.
Herurin sigur, at sirenur hoyrast um alt mið Ísrael, meðan bardagar eru í býnum Rafah í syðra parti av Gazageiranum.
/ritzau/Reuters