Hamarsløgini gella aftur í Skálavík

Tað er ikki gerandiskostur at hoyra hamarsløgini gella fyri nýbygdum húsum í Skálavík. Í hesum døgum eru menn tó í ferð við at byggja fleiri hús mitt í hugnaligu bygdini á eystursíðuni á Sandoynni. Talan er um summarhús

Skálavík: - Vit eru beint nú í ferð við at seta sperrurnar upp í hesum summarhúsinum, sigur Johannes Kristensen av Sandi.

- Vit ætla, at tey verða innilokað í hesi vikuni!

Hann starvast sum handverkari og altmuligmand hjá fyritøkuni “Multitænastan” á Sandi, sum serliga hevur lagt seg eftir at gera smærri og størri arbeiðir á Sandoynni.

Teirra styrki er, at viðskiftafólkini verða tikin við upp á ráð, áðrenn eitt arbeiði verður sett í verk.

Kemur ein við eini tekning til eini hús, so verður henda gjøgnumgingin, onkur broyting verður kanska gjørd í tekningini, soleiðis at besta úrslitið fæst burturúr.

- So gera vit tað sum tey ynskja, og laga okkum eftir hvørjum øðrum, greiðir hann frá.

Hann og ein annar maður eru til arbeiðis í Skálavík beint nú. Her er talan um eitt øki sum er avsett til summarhús. Pláss er fyri seks húsum, og eru teir í løtuni í ferð við fjórða summarhúsið á økinum.


3-4 mánaðir aftrat

Johannes Kristensen arbeiðir hjá Multitænastuni, og sum navnið so greitt sigur, veitir fyritøkuna tænastu á mongum økjum.

Teir gera vanligt timburarbeiði, teir leggja flísar á hjá fólki, stoypa, grava, leggja kloakk, mála og tapetisera fyri kundar, men bert á Sandoynni.

Teir hava haraftrat átikið sær ymisk størri arbeiði. Í fjør smíðaðu teir eini hús fyri ein kunda heima á Sandi. Og nú eru teir so í ferð við eini onnur hús miðskeiðis í Skálavík - á tí tey nevna Oyravegnum.

Her er talan um eini hús sum Starvsmannafelagið letur byggja. Teir byrjaðu uppá arbeiðið fyri lítlum mánaði síðani, eftir at aðrir høvdu planerað grundøkið.

- Vit eru tveir mans til arbeiðis í dag. Og gongst soleiðis sum vit ætla, fer tað at taka einar 3-4 mánaðir aftrat, greiðir Johannes íðin frá.

Multitænastan skal somuleiðis mála og tapetisera innan. So tá teir eru lidnir við sítt arbeiði, kann felagið fáa handaðan lykilin til hesi snotuligu húsini.

- Vit hava eitt sindur at gera, men tað er kortini so mikið at vit klára okkum!

Barnavinarligt umhvørvi

Tá Sosialurin vitjaði í Skálavík týsdagin vóru Johannes og ein annar maður í holt við at seta sperrurnar upp.

Her er sum nevnt talan um eini summarhús hjá Starvsmannafelagnum, og húsini eru tí innrættað á bestan hátt til at røkka hesum endamáli.

Húsini eru í tveimum hæddum. Í niðaru hæddini verða køkur og stova í einum, trý kømur, fýrrúm og gangur.

Men í ovaru hæddini verður ein hemsur, ið kann nýtast til ymisk endamál, alt eftir hvat tørvurin nú einaferð verður.

- Hesin hemsurin verður helst eitt fínt stað hjá børnum at spæla inni í, sigur hann brosandi.

Hinvegin liggur hetta summarhúsið sera væl fyri í landslagnum: Tað liggur nakað burtur frá vegnum, men er kortini niðri í sjálvari bygdini, í nánd av øðrum summarhúsum.

Er veðrið til vildar, ber væl til hjá børnunum at spæla sær í ánni sum rennur beint framvið. Ella tey fara niðan á fótbóltsvøllin við bygdarskúlan, ið bert liggur eitt lítið hanagleiv frá summarhúsinum.

Eitt ynski frá felagnum var, at øll skuldu kunna nýta húsini, óansæð likamligan førleika.

- Vit fara tí at gera eina rampu, soleiðis at fólk, sum eru illa gongd, eisini kunnu gera brúk av teimum, sigur Johannes Kristensen.


Sól og frost

Tá slík arbeiðir eru í gongd her á landi, er spurningurin altíð, hvussu er við veðrinum og ta ávirkan, sum hetta hevur á tíðarætlanina fyri byggingini.

Sigast kann, at teir hava verið rættiliga hepnir við veðrinum. Allar dagarnar í hesi vikuni hevur viðrað av tí allarbesta, - eisini týsdagin, tá Sosialurin vitjaði í Skálavík.

- Jú, veðrið hevur verið sera gott, eisini í síðstu viku og tá vit forskallaðu. Men tá vit stoyptu fundamentið, tá kom frostur á okkum. Tá máttu vit dekka alt til, so tá steðgaði arbeiðið eitt sindur upp, greiðir hann frá.

- Men tað tók kortini ikki skaða av tí, sigur Johannes Kristensen.





Ein multi-maður

- Ein skal duga mangt og hvat, tá ein arbeiðir hjá Multitænastuni, sigur Johannes Kristiansen við einum brosi.

Sjálvur er hann útbúgvin sum - halt tær nú fast - landbúnaðarmaskinmekanikari, sum tað eitur á hampiliga góðum føroyskum máli. Ella í stuttari útgávu: traktormekanikari.

Hann kom til Føroyar í síni tíð sum húskallur hjá einum bónda heima á Sandi. Hetta var í 1994, og arbeiddi hann fyrst eitt ár í fjósinum. Síðani hevur hann m.a. arbeitt í smiðjuni hjá Statoil og hjá J&K Petersen, har hann sigldi við flakanum “Borarin” í tvey ár.

- Eg kom tá suður aftur til Sands, og byrjaði hjá Multitænastuni, greiðir Johannes Kristiansen frá.

- So skilir, at eg havi prøvað eitt sindur av hvørjum! 




Samstarv við aðrar

Multitænastan hevur nøkur ár á baki, men longu í dag finnast prógv fyri teimum arbeiðunum sum teir hava staðið fyri.

Sum nevnt bygdu teir eini sethús heima á Sandi í fjør. Umframt hetta arbeiðið, tóku teir eisini yvirtromina av einum øðrum húsum, reistu tey og løgdu nýtt tak á.

Eitt annað spennandi samstarv er fingið í lag við fyritøkuna Norðsetur í Hvalvík, sum bæði átekur sær stórar uppgávur og smáar.

Her í Sandoy hevur Multitænastan virkað sum undirveitari av tænastum hjá hesi størri fyritøkuni.

- Vit innrættaðu trý hús fyri teir í fjør, sigur Johannes.

Óhugsandi er ikki, at okkurt annað arbeiði liggur og bíðar, tá hetta arbeiðið í Skálavík er liðugt.