Hamarin yvir Kósina fellur um fýra vikur

Nú ein mánaði er eftir av longda gjaldssteðginum, sum fiskavirkið hjá P/F Kósini í Klaksvík er í, er framvegis eingin endalig loysn funnin, sum kann endurreisa virksemi. Tað er trupult at útvega váðafúsan kapital í hesum tíðum

Klaksvík

 

Longdi gjaldssteðgurin hjá P/F Kósini gongur út 17. juni, men so seint sum í morgum, dugir Christian Andreasen, advokatur, sum vegna skiftirættin hevur eftirlitið við gjaldssteðginum, ikki at siga, um tað fer at eydnast at endurreisa virksemið á flakavirkinum.

- Nei, eg kann einki ítøkiligt siga beint í løtuni, men tað er ikki óhugsandi, at okkurt verður at frætta um eina viku ella so.

Christian Andreasen ásannar, at tað er trupult at fáa íleggjarar at seta váðafúsan kapital í felagið, sum er neyðugt fyri at endurreisa virksemið.

Spurdur, hvat kann væntast um eina viku ella fjúrtan dagar, nú ein mánaði er eftir av longda gjaldssteðginum, sigur advokaturin, at tað kann hann heldur einki siga um í løtuni.

 

Ikki leingjast

Tað var við endan av 2008, at skiftirætturin lýsti gjaldssteðg á stóra flakavirkinum í Klaksvík, og advokaturin hevur sagt, at hesin galdssteðgur kann leingjast við trimum mánaðum í senn – upp til í mesta lagi eitt ár.

Christian Andreasen segði seg herfyri tó ikki vænta, at gjaldssteðgurin, sum gongur út um ein góðan mánaða, verður longdur einaferð aftrat.

- Eg vænti framvegis ikki, at gjaldssteðgurin verður longdur enn einaferð, sigur hann í morgun.

Men, hvat hendir so um ein mánaða, um eingin loysn tá er funnin?

- Tað eru tveir møguleikar. Annar er, at virksemið verður endurreist fyri 17. juni – og hin er, at P/F Kósin fer á húsagang, sigur Christian Andreasen.

Sum skilst á advokatinum, er ógjørligt at siga í løtuni, hvønn veg tað ber.

- Men tú ert vælkomin at ringja aftur um eina viku ella so, sigur hann.

 

Gjaldssteðgur

Tá eitt felag er í gjaldssteðgi, og advokatur er settur at hava eftirlit við felagnum, fer eingin flyting og eingin fíggjarlig “dispotión” fram uttan um advokatin.

Í hesum førinum, nú roynt verður at útvega váðafúsan kapital til endurreisn, er uppgávan hjá advokatinum, sum hevur eftirlitið, eitt nú at virka fyri áhugamálunum hjá kreditori, leiðslu og møguligum íleggjarum.