Hamarin á Argjum

Hví fara vit á val, tað er stutt og greitt, at velja eitt valevni, sum vil útrætta eitt ella annað fyri borgarnar, sum búgva í T.K.

 

Sakaris Hansen

valevni hjá Javnarflokkinum


Fer man til gongu ígjøgnum býin, má man siga at hetta er ein vakur býur í allar mátar, her manglar so at siga onki, tað eiga vit sum búgva her at vera ógvuliga fegin um, men so kemur hatta menni og tað er útjaðarin, og her má man siga, her haltar, tíverri, hetta er ikki bara grenj, man eigur ikki at grenja bara fyri at grenja, men rætt skal vera rætt, tað vísir seg soleiðis, at kemur eitt lesarabræv í bløðini, so hendur okkurt hissini, men ikki tað heilt stóra, tað verður skava eit sindur her og der, eit lítursindur av asfaltið har sum ringast stendur til, so heldur man at nú skuldi veri í lagi, so nú er friður eina tíð heldur man, hetta ber ikki til, hetta er órættvíst, eg haldi at tey sum búgva í útjaðaranum í T.K skullu hava somu rættindi sum onnur sum búgva nærri býnum, tað má ikki vera nakar ivi um tað,vit bíða til tað næsta lesarabrævið kemur, so er friðurin úti, puha aftur at starta maskinunar. Mær kemur fyri at her manglar nakað, hví, ja tað veit eg ikki, kanska er tað økonomiur, ella býráðsliminir gloyma hendan partin av T.K, eg veit ikki, vónandi finst kanska ein forkláring upp á hetta.

Eitt lítið dømi er, at ein borgari uppi á Hamri á Argjum, setti eitt lesarabræv í bløðini, um vegin sum gongur frá Albertshall og niðan á hamarin, tað var beinavegin at vegurin bleiv asfalteraður. Hetta er bara eitt dømi, tað eru ivalest fleiri onnur dømir, tað er neyvan nakar ivi um tað. Sum maðurin segði, tað skulu aðrir bollar í suppuna, tað má man siga, tí vóni eg at tey valevni sum skulu manna tað nýggja býráði muguð alt í verðini

Ikki gloyma hendan partin av T.K,