Hamar vann grannauppgerðina

Kurvabóltur: Fyrsta umfar í fyrstu landskappingini nakrantíð í føroysku kurvabóltsdeildini er spælt

Fyrsta umfar í landskappingin í kurvabólti er spælt. Ravnur av Toftum er á odda við tveimum sigrum og ongum taptum dysti, meðan Hamar um vikuskiftið við sigri á Sporðdrekanum hevur lagt seg á annað pláss.

 

Les eisini:Ravnur vann fyrsta dystin

 

Fyrsti dysturin nakrantíð endaði við 63-35 sigri til Ravn móti Hamar. Síðani vann Ravnur tættan dyst móti Spordrekanum við 64-61.

 

Leygardagin var dystur í skúlanum á Argjahamri millum Sporðdrekan og Hamar. Fyrsta grannauppgerðin í landskappingarsamanhangi endaði við 87-79 til Hamar. Tað leingi leingi javnt á, áðrenn Hamar fekk avgerandi stigini, sum koppaðu dystin til fyrimuns fyri teir í hvítum.

 

Fyrsta umfar í landskappingini er nú spælt. Tað eru fýra umfør, harav eitt afturat verður fyri jól, meðan tvey umfør verða spæld eftir jól.

 

Kurvabóltslandskappingin – Úrslit:

Hamar - Ravnur  35 - 63

Ravnur - Sporðdrekin 64 - 61

Sporðdrekin - Hamar 79 - 87

 

Stigatalvan:

Ravnur 2-0 (Vunnið tveir – Ongan tapt)

Hamar 1-1

Sporðdrekin 0-2