Fyrrverandi Liverpool og Týskland stjørnan kom til felagið, síðsta summar, men hevði nakað nógv av skaðum at dragast við í sínum fyrsta kappingarári. Men tann nú 34-ára gamli týskurin hevur verið sera góður á Manchester City miðvøllinum, saman við Stephen Ireland, Elano, Gelson Fernandes, Geovanni og unga Michael Johnson.
Undir Sven Göran Eriksson hevur Hamann veruliga víst sítt virði, og so seint sum um vikuskiftið varð Hamann kosin dagsins maður, tá hann nærum einsamallur taklaði seg gjøgnum heldur tunna miðvøllin hjá Manchester United.
City vann dystin 2-1, og er tað samstundis fyrsta feð síðan 1974, at liðið hevur vunnið »The Double« móti grannunum úr Manchester, tí fyrr í ár vunnu City 1-0, heima á »The City of Manchester Stadium«.
Sáttmálin, ið Dietmar Hamann skrivaði undir uppá er ein eitt ára forlongdur sáttmáli.
Annars kann nevnast, at Hamann áður hevur spælt við týska Bayern Munchen, Newcastle, Liverpool, og nú í Manchester City. Hamann er eisini tann síðsti leikarin, ið megnaði at skora á gamla Wembley leikvøllinum í London, tá hann í einum HM-undankappingardysti í 2000, skoraði vinnandi málið fyri Týskland móti Onglandi.