Hálvur russi og hálvur ukraini, men tosar tó flótandi føroyskt

Anna Kalsø er varastjóri í entreprenørfyritøkuni J & K Petersen, har hon saman við Sigtór Petersen hevur fingið tí bundnu uppgávuna at venda fíggjarligu gongdini. Anna er gestur í sendingini Búskapur & Vinna hesa vikuna, sum verður endursend í Televarpinum í kvøld klokkan 20:30.

Anna Kalsø, varastjóri í J & K Petersen, er annar gesturin í Búskapi & Vinna hesa vikuna. Endursend í Televarpinum í kvøld klokkan 20:30.

Í samrøðuni greiðir hon millum annað frá síni starvsleið frá at sigla við Norrønu fyri 14 árum, deilarleiðari á Posta, síðani til Skansi Offshore sum starvsfólkaleiðari og nú at stjórna J & K Petersen. Eisini lýsir Anna, hvussu tað er at koma uttanífrá inn sum leiðari í eini føroyskari familjufyritøku.

 

Hóast nógv virksemi hevur verið í føroysku byggivinnuni, hava síðstu árini hjá J & K Petersen verið merkt av reyðum tølum á botnlinjuni. Við ársenda 2022 vóru sostatt bert slakar tíggju milliónir krónur eftir í bókaðari eginogn eftir tvey ár við sera stórum undirskotum. Undirskotini í 2021 og 2022 vóru tilsamans 56 milliónir krónur. Fyrra hálvár 2023 hevði J & K Petersen tó eitt avlop á 5 milliónir krónur, og Anna greiðir í samrøðuni eisini frá ætlanum felagsins framyvir.

 

Eisini spyr verturin Johnny í Grótinum inn til uppruna hennara, tí flótandi føroyska mál hennara avdúkar onki. Anna búði fyrstu 7 árini í Russlandi, tí pápin er russi, meðan mamman er úr Ukraina. Síðani vaks Anna upp í Svøríki, har hon eisini nam sær útbúgving innan altjóða handil. Í 2011 flutti Anna til Føroya, har hon síðani hevur búð saman við unnusta sínum Róa Kalsø.

 

Anna Kalsø, varastjóri í J & K Petersen, er annar gesturin í Búskapi & Vinna hesa vikuna. Endursend í Televarpinum í kvøld klokkan 20:30.