Um vikuskiftið hevur skótalega verið í Sandvík, har eini hálvthundrað skótar hittust fyri at njóta skótalívið.
Skótarnir komu úr Suðuroynni, Havnini og Runavík.
Tá myndamaður okkara kom framvið seinnapartin, hugnaðu skótarnir sær á sparkivøllinum við skúlan, har ein felagsmynd varð tikin.