Hálvt sætta túsund pund á línu

Í morgun kom útróðrarbáturin Vesturhavið aftur av góðum útróðrartúri vestanfyri.

Tá In.fo í morgun var ein túr eftir Vestaru Bryggju í Havn, var útróðrarbáturin Vesturhavið, sum er ein 29 fót Starlet-bátur, júst komin aftur av útróðri. Tað er Ellintur Danielsen, sum eigur og rekur bátin.

 

Á útróðrartúrinum í nátt, har teir royndu vestan fyri, vóru teir tveir á bátinum, Ellintur og sonurin, sum annars siglir við línuskipinum, Klakki. Nú hann var heima, var hann farin ein línutúr við pápanum.

 

Vesturhavið hevði umleið 5.500 pund á 35 stampum. Meginparturin av veiðini var toskur, men eini 500 pund var hýsa. Toskurin hevði góða stødd, men hýsan var smáttfallandi.

 

Kanska er javnt smáa hýsan eitt gott tekin um, at hýsustovnurin er við at koma fyri seg aftur. At síggja til var alt sami árgangur.

 

Fiskurin er feitur og í góðum standi, og útlitini hjá útróðrarvinnuni eru í løtuni betri, enn tey hava verið fleiri undanfarin ár.