Tað er Roysnið, sum skipar fyri rennikappingini leygardagin, tá kappast verður hálvmarathon.
Kappingin hevur seinnu árini vunnið sær hevd sum fyrsta kappingin á árinum. Byrjað verðyr á vegnum oman til Funningsfjørð á leið áraka eystara tunnilsmunnanum. Runnið verður úteftir móti málinum á Tofta kei. Á Skipanesi verður farið eftir niðara vegnum til Søldarfjarðar. Í Runavíkini verður sneitt oman á Fjøruveg við Sjómansheimið. Málið er á Toftum beint við vegin oman á Tofta kai.
Tá kappast varð í januar í ár vann Marner Djurhuus kappingina hjá monnum, men hann verður ikki við hesaferð. Hjá kvinnum var tað Rigmor N. Arge, sum vann kappingini fyri einum ári síðani.