Hálvføroyska Nathalia Flórez á tónleikaferð í Føroyum

Danska sangarinnan og sangskrivarin Nathalia Flórez er á frysta sinni á turné í Føroyum.

 

Í morgin klokkan 15.30 hevur hon konsert á Listasavninum á Sandi.

 

Mamma Nathaliu kemur úr Suðuroynni og Nathalia hevur leingi hugsað um at spæla sín tónleik í Føroyum, og við hesi konsertferðini gjørdist hetta veruleiki.  

 

Við á tónleikaferðini eru kontrabassisturin Niklas Emborg Gjersøe og guitaristurin Thomas Brunbjerg.

 

Sunnudagin hevur Nathalia Flores konsert í SALT á Drelnesi.