Hálvfinalurnar í Nations League vera leiktar mikukvøldið og hóskvøldið

Niðurlond eru vertir. Hini trý londini í hálvfinalunum eru Kroatia, Italia og Spania

Í hesi vikuni vera hálvfinalurnar og finalan í UEFA Nations League leiktar í Niðurlondum.

 

Tað eru Niðurlond, Spania, Kroatia og Italia, ið hava vunnið seg í hálvfinalurnar við at vinna sínar innleiðandi bólkar í Nations League deild A. 

 

Í annaðkvøld klokkan 19.45 møtast Niðurlond og Kroatia á De Kuip leikvøllinum í Rotterdam.

 

Hóskvøldið klokkan 19.45 møtast Italia og Spania á De Grolsch Veste leikvøllinum í Enchede.

 

Sunnudagin klokkan 15 verður bronsudysturin leiktur í Enchede, og sunnukvøldið klokkan 19.45 verður finalan leikt í Rotterdam.

 

Í 2021 vann Frakland Nations League við einum 2-1 finalusigri á Spania.

 

Í 2019 vann Portugal kappingina við einum 1-0 finalusigri á Niðurlondum.