Í dag fæst ivaleyst ábending um, hvørji liðini verða, sum 30. august fara at spæla finalu í steypakappingini hjá kvinnum.
Í innleiðandi umfarinum vann KÍ 5-1 á B36 í Gundadali, og ÍF/Víkingur vann 1-0 á AB í Serpugerði.
Í dag fær ÍF/Víkingur vitjan av HB. Fyrsta bríkslið verður klokkan 13, og heimavøllurin er í Gøtu.
Klokkan 16 fær EBS/Skála vitjan av KÍ. Hesin dysturin verður spældur á Skála.
Seinnu hálvfinalurnar eru settar at vera 28. mai.