Hálvfinaluliðini eru funnin

Seinastu tvær hálvfinalurnar í Champions League vórðu leiktar í kvøld

Í kvøld eru tvær tær seinastu hálvfinalurnar í Champions League leiktar. Í Madrid hittust lokalu feløgini, Real og Atletico, meðan Monaco og Juventus brustu saman í Monaco.

 

Fyrsti dystur ímillum Real Madrid og Atletico endaði 0-0, tískil høvdu bæði liðini fín kort í hondini áðrenn kvøldsins dyst. Ikki var tað ein málríkur og væl spældur dystur, men at enda vann Real Madrid 1-0. Málið skoraði útleigaði Manchester United-framherjin, Javier Hernandez, tá ið bert tríggir minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini.

Eyðkent fyri dystin var, at Atletico-leikararnir leiktu ógvuliga hart, og mangan lógu Real Madrid-leikarar eftir. Hetta kostaði eisini Arda Turan hjá Atletico reytt kort miðskeiðis í seinna hálvleiki.

 

Fyrsti dystur ímillum Monaco og Juventus endaðu 1-0 til Juventus. Kvøldsins dystur í Monaco var heldur ikki ímillum teir heilt hendingarríku, og endaði hann 0-0. Sostatt hevur Juventus leikt seg í sína fyrstu hálvfinalu í Champions League síðani 2003.

 

Tey fýra hálvfinaluliðini eru tískil hesi: FC Bayern, Barcelona, Real Madrid og Juventus. Hálvfinalulutakastið verður í Nyon í Sveis fríggjadagin.

 

Monaco 0-0 Juventus (0-1)

 

Real Madrid 1-0 Atletico Madrid (1-0)

1-0 Javier Hernandez, 88.

Reytt kort: Arda Turan, 76.