Hálvfinalistarnir pussa formin í kvøld

Betri deildin menn: Bæði B68 og EB/Streymur skulu á vøllin í kvøld undan seinnu hálvfinaluni í Løgmanssteypinum sunnudagin

Tveir dystir í 21. umfari í Betri deildini monnum verða í kvøld. 07 Vestur tekur móti EB/Streymi og B68 fær vitjan av TB. Dysturin á Toftum byrjar klokkan 18, meðan dysturin á Dungasandi byrjar klokkan 18.30.

 

Fyri B68 og EB/Streym er talan um upptakt til seinnu hálvfinaluna í kappingini um Løgmanssteypið, sum verður sunnudagin klokkan 17 á Svangaskarði. B68 er á odda 3-0 frá fyrru hálvfinaluni, men sundalagsmenn hava rakt málið seinastu tríggjar dystirnar.

 

Undan vitjanini á Dungasandi í kvøld, hevur EB/Streymur skorað níggju mál í trimum dystum. Tað hevur givið tveir sigrar á AB og ein tepran 3-2 ósigur í Klaksvík móti KÍ.

 

B68 hevur siglt í tungum sjógvi í landskappingini hvat stigum víðvíkur, men tað loysnaði á Dungasandi farna sunudagin. B68 vann 1-0. Dysturin í dag hevur stóran týdning fyri bæði B68 og TB, sum við einum sigri kunnu slíta seg leysan av niðurflytingarstríðnum.

 

Hós. 31. aug. 18:00B68TB
Hós. 31. aug. 18:3007 VesturEB/S
Frí. 1. sept. 18:00VíkingurAB
Ley. 2. sept. 18:00B36ÍF
Frí. 15. sept. 18:00HB
1 19171149133652
2 HB20152356154147
3 B3620151445172846
4 Víkingur20123547202739
5 07 Vestur209383331230
6 EB/S1961122136-1519
7 B682045112036-1617
8 TB2043131245-3315
9 ÍF2040161957-3812
10 AB2031161648-3210