Hálvfinalan millum Neistan og VB útsett

(Hondbóltur) Vegna veður er fyrra hálvfinalan í steypakappingin útsett

Um eina viku verður finalan í hondbólti hjá kvinnum og monnum. Um vikuskiftið skuldu hálvfinalurnar so spælast. Tann fyrra í kvøld og tann seinna sunnudagin, men nú er óskil komið á.

 

Tað er hálvfinalurnar millum Neistan og VB, sum ikki verða spældar eftir ætlan, tí Norrøna ikki siglur sum ætlað. Tað er framvegis ein møguleiki fyri, at hálvfinalurnar verða spældar leygardagin og sunnudagin. Um tað ikki ber til, so verður seinna hálvfinalan helst týskavøldið.

 

Tað sigur Ári Rouch, samskipari hjá Hondbóltssambandinum við Rás2. Til ber at hoyra samrøðuna við Ára Rouch við at trýta á pílin undir myndini.

 

Hálvfinalur í steypakappingini í kvøld:

Kvinnur:

Kyndil – VÍF (18.30)

Neistin – VB (Útsettur)

 

Menn:

StíF – KÍF (19.00)

H71 – Kyndil (20.00)