Fótbóltssambandið boðaði annars í fjár frá, at fyrru hálvfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið verða fluttar frá 21. mai til 4. og 5. juni.
- Hetta verður gjørt, fyri at liðini í hálvfinalunum kunnu fáa á leið somu hvíld, uttan at broyta leikskránna í EFFO-deildini, vóru boðini frá Jákupi Martin Joensen, formanni í Kappingarnevndini.
Í dag er støðan tó ein onnur, og Jákup Martin ásannar, at teir kanska vóru dekan ov skjótir at flyta dystirnar.
- Vit hildu flytingina tæna øllum pørtum best, men síðani er ynski komið um, at dysturin millum Víking og EB/Streym ikki verður fluttur. Bæði feløgini eru samd um, at dysturin verður spældur eftir upprunaligu ætlanini, og so ivaðust vit ikki í at eftirlíka hesum, sigur Jákup Martin Joensen.
Sostatt verður fyrra hálvfinalan millum Víking og EB/Streym spæld um eina viku. Hin hálvfinalan stendur millum HB og vinnaran av dystinum í kvøld millum ÍF og B68, og har verður fyrra hálvfinalan altso 4. juni.