Í samband við arkitektakappingina fyri miðbýin gjørdu Zeta arkitektar eina skitsu til eina uppihaldstrappu í Vágsbotni, har Perlan á sinni stóð, og í desembur samtykti Býráðið at arbeiða víðari við hesi ætlan.
Trý tilboð komu inn at gera uppihaldstrappuna, og Býráðið valdi at taka av bíligasta tilboðnum, sum var frá Sp/F Andrias Berg. Hetta tilboðið var á 2,3 milliónir krónur.
Zeta Arkitektar standa enn fyri arbeiðinum at tekna trappuna, og í mun til upprunaligu skitsuna, tá felagið mældi til at nýta ljóst betong, verður nú arbeitt við at byggja trappuna úr føroyskum gróti.