Hálvasættu millión at kanna Kára og Kaj Leo

Løgtingið fer í dag at samtykkja eina eykajáttanarløgtingslóg, sum játtar fleiri pengar at kanna Skálafjarðartunnilin og Eik Grunnin.

Løgtingið fer í dag at samtykkja eina eykajáttanarløgtingslóg, sum játtar fleiri pengar at kanna Skálafjarðartunnilin og Eik Grunnin.

 

Orsøkin til, at søkt verður um eykajáttan, er, at játtanin til eftirlitsarbeiðið, ið bæði fevnir um kanningina av málinum um Skálafjarðartunnilin og um § 19 nevndina, sum er sett at kanna viðurskiftini kring Eik-Grunnin, ikki røkkur.

 

Kanningin av málinum um Skálafjarðartunnilin verður liðug í summar, og verður mett at kosta tilsamans uml. 5,5 mió. kr., harav slakar 2,6 mió. kr. í 2015. Sum skilst verður hon almannakunngjørd um 23. juni.

 

Játtanin til eftirlitsarbeiðið í ár er 1,5 mió. kr., harav 343 tkr. eru eftir. Mett verður, at hendan upphæddin røkkur til arbeiðið, sum er eftir at gera í sambandi við § 19-kanningina.

 

Higartil í ár eru goldnar 910 tkr. í sambandi við Skálafjarðartunnilin, og er tørvurin á eykajáttan sostatt 1,65 mió. kr.