Hálva milliard fyri Di Maria

Manchester United tykist vilja strekkja seg langt í royndunum at tryggja sær argentinska Real Madrid-spælaran

Hóast Manchester United hevur nóg mikið av peningi til at keypa spælarar, so eru framvegis bert tveir spælarar komnir afturat hópinum, sum Louis van Gaal í summar tók yvir eftir David Moyes.

 

Ein av spælarunum, sum United hevur havt áhuga í, er argentinski Angel Di Maria. Real Madrid hevur í summar keypt bæði Kroos og Rodriguez, og tá hópurin undan hesum telur eitt nú Ronaldo, Bale og Benzema, so tykist Di Maria fáa trupult við at finna sær pláss millum teir fyrstu ellivu í spanska høvuðsstaðnum.

 

Nú sigst Manchester United vera til reiðar við einum boði upp á hálva milliard krónur fyri spælaran, umframt at aðrar 500 milliónir skulu nýtast til løn hjá spælaranum næstu fimm árini.

 

Carlo Ancelotti, venjari hjá Real Madrid, viðgongur, at hann í løtuni ikki veit, um Di Maria framhaldandi verður partur av hópinum hjá Real Madrid.