Hugsjónarligu munirnir millum samgonguflokkarnar eru veruliga við at koma fram í ljósmála. Í summar hevur vitjanin av Bjørn Lomborg og útlendingamálið víst, at hugsjónarliga er vítt til veggja í samgonguni, og at samgongustevið ikki er av tí besta.
Feskasta dømið um órógv í samgonguni er ætlaði skattalættin hjá landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Bárði Nielsen.
Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin er á einum máli um, at sonevnda skattanýskipanaruppskotið hjá samgonguni skal fremjast í verki á komandi fíggjarlóg, meðan einstakir tinglimir í Javnaðarflokkinum aftra seg við at taka undir við einum skattalætta.
Undirskrivað avtala
Í Degi og viku týskvøldið greiddi formaðurin í tingbólki Javnaðarfloksins, Kristian Magnussen, frá, at hann helt tað vera ábyrgdarleyst at lata ein skattalætta á komandi fíggjarlóg, tí landskassin var so mikið sperdur, at vit hava ikki ráð at lata skattalætta í komandi ár.
Fyrrverandi løgmaður og formaðurin í fíggjarnevndini, Anfinn Kallsberg, heldur lítið um framferðarháttin hjá Kristiani Magnussen.
?Tað er púra galið og ein ósiður at viðgera fíggjarlógina í fjølmiðlunum, áðrenn fíggjarlógararbeiðið er liðugt. Eg taki ikki útsøgnina hjá honum so tungt, tí Javnaðarflokkurin hevur undirskrivað eitt samgonguskjalið, sum eg vænti teir halda seg til, sigur Anfinn Kallsberg.
Formaður Sambandsfloksins, Kaj Leo Johannesen, mælir eisini Kristiani Magnussen til at halda seg til samgonguskjalið, sum Javnaðarflokkurin hevur undirskrivað.
Broyttar fortreytir
Kristian Magnussen vísti í Degi og viku á, at hann metti, at tær fortreytir fyri skattalættanum, sum Javnaðarflokkurin tók undir, tá samgonguskjalið varð undirskrivað, ikki er veruleikin í dag. Formaðurin í tingbólki Javnaðarfloksins segði, at búskaparstøðan í Føroyum er munandi verri enn upprunaliga mett.
?Eg haldi ikki, at fortreytirnar eru broyttar nakað. Allir tríggir samgonguflokkarnir vistu fullvæl, at inntøkurnar í landskassanum vóru dalandi, meðan útreiðslurnar fóru at økjast, sigur Anfinn Kallsberg.
Kaj Leo Johannesen hevur somu áskoðan sum samgongulimurin, Anfinn Kallsberg, og vísir á, at tað er júst somu fortreytir fyri skattalættanum í dag, sum tá samgonguskjalið varð undirskrivað í februar mánað.
Tung telving
?Uttan mun um talan er um góðar tíðir ella ringar tíðar, so er fíggjarlógararbeiðið altíð stríggið, og eg vænti ikki, at hetta fíggjarlógaruppskotið verður øðrvísi.
Anfinn Kallsberg sigur seg vænta eitt tungt talv, nú seinasta hond skal leggjast á fíggjarlógina fyri 2005. Hann vísir á, at Fólkaflokkurin ætlar at tvíhalda um skattalættan undir fíggjarlógarsamráðingunum, hóast røddir eru frammi úr Javnaðarflokkinum um at tað er ábyrgdarleyst at veita ein skattalætta.
Skattanýskipanaruppskotinum hjá samgonguni er knýtt at einari samhaldsfastari eftirlønarskipan, og spurdur, um Fólkaflokkurin fer at taka undir við samhaldsføstu eftirlønarskipanini, svarar Anfinn Kallsberg, at Fólkaflokkinum dámar ikki skipanina, men flokkurin kennir seg noyddan at taka tað súra við tí søta, sum hann málber seg.
Her sipar formaðurin í fíggjarnevndini til, at Fólkaflokkurin góðtekur samhaldsføstu eftirlønarskipanina um flokkurin fær skattalættan ígjøgnum.










