Hált í Havn í morgun

Løgreglan heitir á bilførarar um at ansa sær í ferðsluni í morgun

– Tað er hált í Havn í morgun, sigur vaktleiðarin á politistøðina í Havn í morgun, sum tí heitir á bilførarar kring landið at ansa sær í ferðsluni í morgun.

Annars hevur verið friðarligt hjá løgregluni í nátt. 

Vaktleiðarin á politistøðini sigur, at eitt minni ferðsluóhapp var við ljóskurvarnar á Marknagilsvegnum í Havn í gjárkvøldið um tíggjutíðina, har ein bilur rendi upp í reyvina á einum bili frammanfyri. Hann sigur, at møguliga verður ein skuldseting um, at annar bilførarin ikki hevur hildið frástøðu, men tað var ikki heilt avklárað enn. Eingin fólkaskaði var, og bilarnar fingu ikki stóran skaða, sigur vaktleiðarin.