Hóast fyrsti várdagur var í gjár, hevur veturin ikki slept takinum á oyggjunum enn. Aftur í morgun er hált ymsa staðni og okkurt minni ferðsluóhapp hevur verið.
Bilurin á myndini var farin á glið í Vestmanna í morgun. Løgreglan visti einki um málið, og tí kann væntast, at skaðin hevur verið avmarkaður.
Landsverk boðar annars frá, at roknast kann við hálku um Gjáarskarð, á Heltnini á Oyndarfjarðarvegnum, í Runavík, um Høgareyn, á Vatnsoyrum og inni á Sundi.