Í einum lesarabrævi herfyri útgreinar løgmaður tað, hann í nýggjársrøðuni meinti við sjálv at taka stýrisvølin í hond og tora at taka støðu.
Kollgitt, at tora at endurreisa hernaðarradaran á Sornfelli.
Ikki tí vit eru noydd, nei, tí vit skulu ynskja tað.
Og nú Mette Frederiksen hevur gjørt púra greitt, at hernaðarmál eru ikki marknaðarmál, tekur løgmaður frástøðu frá landsstýrismanninum í uttanlandsmálum og kraddarahugaðum samgongumonnum: Okkara strategiska støða í Norðuratlantshavi er ikki til sølu fyri hægstbjóðandi, ljóðar tað nú. Og, sømir tað seg ikki okkum sum partur av vesturheiminum at koma við einum íkasti til ta felags trygd, sum NATO stendur fyri um okkara leiðir?
Tó heilt sør skulu vit ikki sita. Okkum nýtist ikki at frykta fyri framhaldandi samskifti við Russland um marknaðaratgongd og fiskirættindi í Barentshavinum. Eru russarar farligir í loftrúminum, so mikið fryntligari eru teir í samskiftinum (um okkara sameindu sláa seg til tols við tað).
Tað er løgmanni heiður, at seta so høg mál og taka á seg at verja vesturheimin. Tó, øll góðgerð tekur við heima við hús. Og kann væl vera, at ein radari á Sornfelli verjir vesturheimin sum ein friðarradari í friðartíð. Men hvussu væl vardar Føroyar eru av hesum átaki kunnu vit bert gita okkum til.
Nú vita vit ikki og fáa ikki at vita, hvørjum hernaðarligum upplýsingum løgmaður bølist omaná.
Men kveita vit til sakkønar í hernaðarmálum skilst, at tað er í friðartíð brynjast skal út til kríggj. Til verju ella álops, sum tað nú legnar seg, hvørt tað sømir seg ella ei.
Danska verjan kann, siga teir, dubba seg við staðføstum útbúnaði (sum t.d. Thule og Sornfelli á arktisku leiðum, men ikki so alneyðugt á Eystrasaltsleiðum) ella eisini, kanska heldur við nýggjum radarútgjørdum og missilberandi herflota og/ella uppaftur betur við missilførandi flogførum. Fyrimunurin við hesum flytføru verju- og álopseindum er framhaldandi at ganga USA til handa eitt nú mótvegis Kina, skuldi ein linni komið í um okkara leiðir.
Í hesum ljósi skulu vit síggja tilboðið frá Trine Bramsen. Tað snýr seg heilt ítøkiligt um at seta ein hernaðarradara upp á Sornfelli, sum í okkara føri er ein hættisligur miðdepil í tættbygdum lendi, av Argjum norður til Áir, úr Miðvági út á Toftir, alt innan 14 km radius. Eins og styttsta rýmingarleið er 300 km gjøgnum vandasjógv til nærmasta land. Sjálvandi vil Trine Bramsen hava okkum at eiga ta avgerðina.
Vælsignaður, løgmaður, hálsa um, stýr djarvt og væl, Føroya framtíð úr váða.
Jóan Pauli Poulsen