Hallur vitjaði SportBoxina

SportBoxin: Ein av gestunum í morgun var formaðurin í FÍF, Hallur Holm

Í samband við at seinasta vetrarkappingin í renning verður runnin í morgin í Runavík, var formaðurin í FÍF - sum stendur fyri ”Frælsur Ítróttur í Føroyum” - Hallur Holm, gestur í SportBoxini í morgun.

 

Hallur Holm greiddi frá um kappingina í Runavík í morgin, sum altso  er seinasta og avgerandi vetrarkappingini. Umframt tað hugleiddi hann eisini eitt sindur um undirtøkuna fyri renning í Føroyum.

 

Omanfyri ber til at hoyra samrøðuna við Hall Holm, sum var send í SportBoxini í morgun.