Hallur: Vit skylda áskoðarunum stig

- Vit skylda áskoðarunum stig, sigur ein bersøgin Hallur Hansson í FSF-Varpinum

A-landsliðið við monnum fyrireikar seg í hesum døgum til EM-undankappingardystirnar móti Rumenia og Malta. Undir venjingini hósdagin fekk FSF Varpið orðið á Hall Hansson

 ##med2##

Leygardagin klokkan 17:00 verður EM-undankappingardystur aftur á Tórsvølli, tá A-landsliðið við monnum tekur ímóti Rumenia. Seinni dysturin í hesum umfarinum verður týsdagin, tá maltesar koma á vitjan.

Føroyska liðið hevur verið saman síðani farna týsdag, og sum heild hava fyrireikingarnar gingið væl.

Undir venjingini seinnapartin hósdagin sat Hallur Hansson uttanfyri. Miðvallarin hevur ein lítlan skaða í fótinum at dragast við, men hann verður klárur til dystin móti rumenum.

FSF Varpið hevur fingið orðið á Hallur Hansson.