##med2##
- Vit lærdu av mistøkunum vit gjørdu seinast. Hetta sigur Hallur Hansson, ið sipar til HM-undankappingardystin 25. mars í 2017, tá vit spældu javnleik 0-0.
- Dómarin segði fleiri ferðir við hvussu væl vit spældu, greiðir ein errin føroyskur liðskipari frá, ið higartil hevur bara vunnið síðani hann gjørdist liðskipari á landsliðnum.
- Venjaraliðið hevur lagt ógvuliga nógva orku í at fyrireika okkum til júst hesa uppgávuna. Og her hevur mentali venjarin, sum vit nú hava, átt stóran leiklut. Vit hava fyrireikað okkum eins nógv mentalt, sum vit hava fyrireikað okkum taktiskt. Av royndum vita vit, at tað er skjótt at verða provokeraður, og vit hava áður mist ein mann í Andorra, men í dag vóru vit púra kaldir í øllum regninum og 22 hitastigum. Vøllurin er torførur at spæla á, men hvørki tað ella ikki altíð so reinu nærdystirnar lótu vit okkum erta av, sigur Hallur Hansson.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra telefonsamrøðuna Tróndur Arge gjørdi fyri FM1 við Hall Hansson aftaná 1-0 sigurin í Andorra.
HER ber til at hoyra Trónd Arge siga frá sigursmálinum hjá Klæminti A. Olsen, og hoyra Teit Joensen seta orð á málið. Hoyr eisini samrøðu við sigursmálskjúttan.
HER ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við landsliðsvenjaran, Håkan Ericson.
HER ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við debutantin, Jákup Biskopstø Andreasen.
HER ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við hjálparvenjaran, Eli Hentze.