Hallur við at koma seg

Hallur Hansson verður við AC Horsens ímóti FC Nordsjælland í morgin.

Hallur Hansson er við at koma fyri seg aftur eftir at hava verið skurðviðgjørdur í fótinum. Fyri hálvari aðru viku síðani fekk hann sín fyrsta dyst í 10 vikur, tá ið hann varð innskiftur ímóti Brøndby.


Í morgin bíðar ein stór uppágva AC Horsens, sum í løtuni er nummar fimm í Superliguni. Tá kemur nevniliga oddaliðið, FC Nordsjælland, á vitjan á CASA Arena.


AC Horsens-venjarin, Bo Henriksen, hevur í dag úttikið hópin til dystin. Hallur Hansson er við í hópinum, og væntandi verður hann at síggja á vøllinum – í minsta lagi sum innskiftari.


Dysturin ímillum AC Horsens og FC Nordsjælland byrjar í morgin kl.17.00.