Hallur verður offraður

Landsliðsvenjingin gevur ábendingar um, at Hallur Hansson missur plássið.

Føroyska A-landsliðið hevur havt sína seinastu venjing undan dystinum móti Týsklandi í morgin. Hóast venjingin ikki gav heilt greiðar ábendingar um hvør byrjar inni, so gav hon tó somikið ábendingar, at tað tykist fyri vist, at Hallur Hansson ikki spælir í annaðkvøld.

 

Eftir venjingina hevði Lars Olsen eina longri samtalu við Hall Hansson, sum ikki tóktist fegin um boðini hann fekk frá venjaranum. Hann kom eisini hornatøk við Fróða Benjaminsen í sjálvari venjingini.

 

Miðvallarin í Aab byrjaði inni móti Kasakstan á høgra vongi. Hann hevur fingið møguleikan undir Lars Olsen og hevur verið við at kalla allar dystirnar. Nú ert tó líkt til, at hann missur sítt pláss til Daniel Udsen, sum ger um seg í donsku 2.deild, har hann er toppskjútti.

 

Lars Olsen, landsliðsvenjari, legði sjálvur upp til, at tað verður Jóhan Troest Davidsen, sum tekur yvir eftir Jónasi Tór Næs á høgra bakki. Venjingin gav ábendingar um, at tað verður Atli Gregersen, sum so kemur inn í miðverjuna.

 

Hin stóri spurningurin er, um tað verður Christian R. Mouritsen sum heldur fram á vinstra vongi, ella um Pól Jóhannus Justinussen, ið er við aftur eftir leikbann, kemur inn aftur á vinstra vongin. Teir eru ymiskir í spælistýli. Christian er tekniskur og sterkur á bóltinum, meðan Pól Jóhannus Justinussen hevur sína styrki í kropsstyrkini.

 

Møgulig uppstilling:

Føroyar: (4-4-1-1)

Gunnar Nielsen – Jóhan Troest Davidsen, Atli Gregersen, Rógvi Baldvinsson, Viljormur Davidsen – Daniel Udsen, Súni Olsen, Fróði Benjaminsen, Christian R. Mouritsen/Pól Jóhannus Justinussen – Christian L. Holst – Jóan Símun Edmundsson

 

Landsdysturin millum Føroyar og Týskland verður í annaðkvøld klokkan 19.45. Rás2 sigur beinleiðis frá dystinum.