Hallur verður ikki við

Føroyski leikarin bleiv ikki klárur til fyrsta dystin í nýggja Superliga-árinum.

Sum óttast hevur verið fyri, so gjørdist Hallur Hansson ikki klárur til fyrsta dystin í nýggja Superliga-árinum, sum lið hansara, AC Horsens, í morgin skal spæla á útivølli ímóti AGF.


Les eisini: AC Horsens styrkir um miðvøllin


AC Horsens hevur í dag kunngjørt hópin, sum fer til Århus, og her gjørdist greitt, at teir gulu mugu klára seg uttan Hall Hansson, Mathias Nielsen og Peter Nymann.


Hallur Hansson var fyri einum mánaða síðani undir skurði fyri ein skaða í fótinum. Sum skilst á Bo Henriksen, venjara hjá AC Horsens, so má Hallur sita uttanfyri nøkur fá umfør afturat.


Dysturin ímillum AGF og AC Horsens verður í morgin kl.17.00.