Hallur var stóra hetjan

Hallur Hansson gjørdist sigursharri hjá AC Horsens í 1-0-sigrinum ímóti OB.

Talan var um eina føroyingauppgerð í Superliguni, tá ið Jóan Símun Edmundsson og OB í dag fingu vitjan av Halli Hanssyni og AC Horsens. Báðir føroyingarnir byrjaðu inni - Jóan Símun á høgra vongi, og Hallur Hansson á vinstra vongi.

 

Bestu royndina hjá OB í fyrra hálvleiki átti Jóan Símun Edmundsson, tá ið hann eftir gott uppspæl rakti á stongina. Hann var sum heild eisini millum mest eyðsýndu leikararnar hjá heimaliðnum.

 

Hallur Hansson stóð einki aftanfyri, og tá ið 28 minuttir vóru farnir, kom hann á máltalvuna. Eftir eitt mótálop legði André Bjerregaard bóltin fyri føturnir hjá Halli, og hegnislia sendi hann bóltin inn við handaru stong til 1-0 til AC Horsens. Hetta var fyrsta málið hjá honum í AC Horsens-búnanum, og somuleiðis tað fyrsta í Superliguni.

 

Í seinna hálvleiki var OB greitt omaná leikliga, men AC Horsens vardi væl. Hallur Hansson mátti lata seg útskifta tá ið 18 minuttir vóru eftir. Tað sá út til, at hann hevði fingið ein snudd. Sambært yvirliti hjá Eurosport, so hevði Hallur hesa løtuna runnið mest av øllum leikarunum á vøllinum. Hann hevði runnið 9,3 kilometrar.

 

Hvussu OB-leikararnir so enn royndu, so funnu teir ikki lykilin til stinnu AC Horsens-verjuna. Dysturin endaði 1-0 til AC Horsens, og Hallur Hansson gjørdist tískil sigursharri. Jóan Símun, sum eisini spældi væl í dag, var á vøllinum allan dystin.

 

Við sigrinum í dag er AC Horsens nú á 5. plássi í Superliguni við 10 stigum, meðan OB er á 9. plássi við sjey stigum.