Hallur var á máltalvuni

Hallur Hansson varð innskiftur og skoraði alt fyri eitt í føroyingauppgerð í Superliguni.

Tað vóru tríggir føroyingar á vøllinum í kvøld, tá ið Vejle og AC Horsens dystaðust í Superliguni. Sonni Ragnar Nattestad byrjaði inni hjá AC Horsens, og tað sama gjørdi Viljormur Davidsen hjá Vejle.


Vejle var á odda 2-0 í hálvleikssteðginum við málum frá Melker Hallberg og Rasmusi Lauritsen. AC Horsens-venjarin, Bo Henriksen, valdi at seta Hall Hansson inn frá byrjan í seinna hálvleiki, og tað gjørdi mun.


Tað var nevniliga minni enn ein minuttur farin av seinna hálvleiki, tá ið Hallur Hansson longu hevði minkað til 2-1. Hetta gav AC Horsens eina vón, men eitt korter seinni økti Adam Jakobsen til 3-1 til Vejle.


Tað endaði 3-1 til Vejle, sum nú reisti seg eftir trý tap á rað og er triðaftast í Superliguni. AC Horsens nummar seks, tvey stig røttu megin markið til at sleppa við í meistaraspælið.