Hallur vann - Patrik og Kaj Leo taptu stórt

Gunnar Nielsen sat á beinkinum hjá FH fimta dystin á rað

Heldur ikki hesaferð gjørdist ein dystur millum FH og Akranes í bestu íslendsku fótbóltsdeildini.

 

Fimta dystin á rað sat Gunnar Nielsen á beinkinum hjá FH. Kaj Leo í Bartalsstovu var 57 minuttir á vøllinum fyri Akranes í dystinum, ið FH vann við stórsigri 6-1. 

 

FH 6 - 1 Akranes

 

 1-0 Matthías Vilhjálmsson ('5, br.)

 

 2-0 Vuk Oskar Dimitrijevic ('16)

 

 2-1 Steinar Þorsteinsson ('33)

 

 3-1 Oliver Heiðarsson ('41)

 

 4-1 Vuk Oskar Dimitrijevic ('81)

 

 5-1 Steven Lennon ('83)

 

 6-1 Máni Austmann Hilmarsson ('90)

 

Patrik Johannesen og liðfelagarnir í Keflavík taptu á heimavølli greitt 0-3 fyri verandi meistarunum, Víkingi Reykjavík. Longu tá 36 minuttir vóru farnir av dystinum var Víkingur á odda 3-0. Beint undan steðginum hevði Patrik eina góða roynd á málið hjá Víkingi, men ólukkutíð fór bólturin á stongina. 

 

Keflavík 0 - 3 Víkingur Reykjavík

 

 0-1 Danijel Dejan Djuric ('17)

 

 0-2 Helgi Guðjónsson ('33, br.)

 

 0-3 Ari Sigurpálsson ('36)

 

Hallur Hansson byrjaði á beinkinum, men spældi allan seinna hálvleiki, tá hann og liðfelagarnir í KR vunnu 3-1 á Stjørnuni á heimavølli. Longu tá 14 minuttir vóru farnir av dystinum var KR á odda 2-0.

 

KR 3 - 1 Stjarnan

 

 1-0 Theodór Elmar Bjarnason ('9)

 

 2-0 Stefán Árni Geirsson ('14)

 

 3-0 Stefán Árni Geirsson ('75)

 

 3-1 Jóhann Árni Gunnarsson ('89, br.)

 

Komandi leygardag tekur Akranes móti Leiknum á heimavølli. KR spælir á útivølli móti Víkingi Reykjavík. Keflavík spælir á útivølli móti Fram, og FH spælir á útivølli móti Stjørnuni. Talan er um seinasta umfarið áðrenn endaspælið, har seks tey ovastu liðini fara at spæla fimm dystir innanhýsis, og seks tey niðastu liðini fara at spæla fimm dystir innanhýsis. 

 

Støðan:

 

NrLið: DystirVJTMálmunurStig
1Breiðablik21153352:2348
2Víkingur R.21126356:3042
3KA21124544:2640
4Valur2195738:3132
5KR2179535:3230
6Stjarnan2177738:4128
7Fram21510640:4325
8Keflavík21741031:3625
9ÍBV2148933:4120
10FH21471026:3319
11Leiknir 21451219:4817
12Akranes21361223:5115