Føroyingauppgerð var spæld í næstbestu donsku fótbóltsdeildini, tá Fredericia við Rógva Baldvinsson við frá byrjan, og Vendsyssel FF við Halli Hanssyni við frá byrjan møttust til dyst í Fredericia.
Vendsyssel FF vann 2-1. Fredericia var á odda 1-0 í steðginum við máli, sum máli, sum Nicholas Gotfredsen skeyt. Stutt frammanundan hevði Hallur Hansson havt ein stóran málmøguleika, sum hann skeyt uppum málið hjá Fredericia.
Longu tá ein minuttir var spældur av seinna hálvleiki javnaði Vendsyssel. Verjuspælarin Mads Greve stútaði ein góðan hornasparksbólt í málið til 1-1. Stutt undan leikloki tryggjaði Nicolas Bøgild Vendsyssel øll trý stigini, tá hann fekk beint bóltin innum málstrikuna hjá Fredericia.
Venjarin hjá Vendsyssel FF, Ove Petersen viðgongur í samrøðu við blaðið "Nordjyske", at talan var um ein hepnan sigur, har Fredericia var betra liðið.
Sambært lokala blaðnum "Fredericia Dagblad" var ikki talan um uppibornan sigur til Vendsyssel FF, men teir staðfesta, at Hallur Hansson og teir vóru effektivari enn heimaliðið. Hallur fekk 81 minuttir á vøllinum, áðrenn hann var skiftur út.
Vendsyssel liggur trygt á uppflytingarplássi saman við Lyngby. Bæði Lyngby og Vendsyssel FF hava 32 stig. Sjey stig eru niður til Horsens, sum hevur 25 stig, og átta stig eru niður til Vejle, sum hevur 24 stig. Trý tey ovastu liðini flyta upp í superliguna. Fredericia er nummar fimm við 23 stigum.
Komandi sunnudag tekur Vendsyssel FF ímóti Skive. Fredericia spælir á útivølli ímóti HB Køge.










