Seinastu vikurnar hevur sangurin ”Sos fra mig” verið á Dansktoppen, sum Danmarks Radio hevur. Kendi hitlistin fyri dansitónleik verður dagførdur einaferð um vikuna og byggir á atkvøður frá lurtarunum.
Í dag er sangurin hjá Halli Joensen komin á ovasta pláss á listanum. Sangurin, sum skemtarin Jacob Haugaard hevur týtt til danskt, er áður útgivin á føroyskum og enskum máli.
- Eg kundi hugsað mær at ligið ovast á Billboard, men nú er tað Dansktoppen, og eg fegnist um, at fólki dámar sangin hjá mær og hava atkvøtt fyri honum. Júst hesin sangurin passar væl til júst Dansktoppen, so eg skilji væl, at hann er endaður á listanum, sigur Hallur Joensen.
Hann hevur merkt stóran áhuga fyri sanginum og luttøkuni á Dansktoppen seinastu vikurnar.
”Sos fra mig” er fyrsti sangur á donskum máli, sum Hallur Joensen gevur út, nú hann er fluttur til Danmarkar at búgva, men helst verður onkur sangur afturat givin út í Danmark.